Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rommserfrøðingur til Føroya í vikuskiftinum” – í Fuglafirði í kvøld

Danial Viðoy

– Eg havi arbeitt leingi uppá at fáa ein rommserfrøðing til Føroya, at hava smakkingar og frágreiðingar um romm, greiður Ólavur Larsen frá. – Hetta er eydnast mær nú, og hann kemur til Føroya í dag.

– Eg havi arbeitt leingi uppá at fáa ein rommserfrøðing til Føroya, at hava smakkingar og frágreiðingar um romm, greiður Ólavur Larsen frá. – Hetta er eydnast mær nú, og hann kemur til Føroya í dag.

– Hann eitur Ingvar Thomsen og er eigari av romthomsen.dk, er parteigari í donsku rúsdrekka import fyritøkuni Mac-Y, er ein av stovnarunum av Rom & Whisky Festivalen í Danmark og skrivar tær flestu rommgreinarnar í blaðnum, Whisky & Rom, sum er eitt sera væl selt blað í Danmark. So sigast má, at hetta er ein sera áhugaverdur maður sum kemur á vitjan, fortelur ein erpin Ólavur frá.

Í hesum sambandi hevur hann tvær almennar smakkingar í Føroyum, eina á John’s í Fuglafirði í kvøld 1. apríl kl. 19.30 og eina á Hotel Føroyum leygarkvøldið 2. apríl kl. 19.30.

Ingvar fer at greiða frá, hvussu romm verður gjørt og mátarnar sum romm verður gjørt uppá, og samstundis verður møguleiki fyri at smakka 8 ymisk sløg av rommi til smakkingarnar.

Skunda tær og ogna tær atgongumerki

Leinkja til báðar smakkingarnar eru niðanfyri og atgongumerki eru eftir til báðar smakkingarnar.

https://www.facebook.com/events/952667881518069/

https://www.facebook.com/events/908284892573737/

Fólk kunnu melda seg til við venda sær til Ólav Larsen á tel. 231600 ella við at senda t-post á larsenolavur@gmail.com.