Í kvøld er kunngjørt, at fyrrverandi KÍ leikarin aftur verður at síggja í føroyskum fótbólti í 2019.
Tað er langt síðani, at vit settu Ronni í samband við Skála og nú eru samráðingarnar komnar á mál.
Skála skrivar soleiðis:
Skála Ítróttarfelag kann bjóða øllum Skálafjepparum tvær jólagávur úr Danmark til kappingarárið 2019. Søren Brøsted Nielsen, sum veruliga vísti sínar dygdir í seinnu hálvu í 2018, hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við felagið. Serliga dystin ímóti AB á Argjum vísti hann, at hann er ein tann besti áleyparin í føroysku kappingini.
Við honum úr Danmark kemur Ronni Møller-Iversen at mynda tað offensiva spælið hjá Skála í 2019. Ronni spældi við KÍ seinasta kappingarár, og hevur hann nakrar eyðsýndar kvalitetir, sum passar væl inn í spælistílin hjá okkum.
Umframt at spæla við besta liðnum hjá Skála ítróttarfelag, koma teir at venja eitt ungdómslið í part hjá felagnum. Søren kemur somuleiðis at verða samskipari hjá felagnum í 2019.
Felagið arbeiðir annars við at seta seinastu hond á liðið og venjaratoymið, so nakrar gávur eru eftir at kunngerða.
Vit ynskja Ronni vælkomnum til felagið og Søren vælafturkomnum til felagið



