Louis van Gaal hevur valt sær sín liðskipara og 2. liðskipara fyri komandi kappingarár.
Wayne Rooney skal avloysa Nemanja Vidic sum liðskipari hjá Manchester United. Darren Fletcher verður 2. liðskipari. Hetta er nú avgjørt eftir at Lous van Gaal hevur sæð sínar leikarar til dystir og venjingar í summar. Í Onglandi siga søgurnar eisini, at Rooney er favorittur at fáa liðskiparabandið á enska landsliðnum, nú Steven Gerrard hevur takkað fyri seg har.
Manchester United, sum hevur vunnið allar sínar venjingardystir, spælir fyrsta dystin í Premier League leygardagin móti Swansea. Manchester United verður av flestu mett at fara at fáa uppreisn komandi kappingarár eftir at teir seinasta kappingarár endaðu á einum 7. plássi. Skráin fyrstu 8 umførini eigur eisini at fara at gera sítt til, at teir koma flúgvandi frá byrjan.




