Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rørsluárið 2009: Rørslufundur í Klaksvík

John William Joensen

Í hesari vikuni verður farið undir eina almenna fundarrøð kring landið um rørslu. Týskvøldið klokkan 19.30 vitjar rundferðin í Tekniska Skúla í Klaksvík.

Rørsluárið er fyri øll, ung sum gomul, kvinnur og menn, norðanfjørðs, sunnanfjørðs, ja øll. Tí verður nú skipað fyri almennum fundum um rørslu kring landið. Á fundunum fáa áhugað høvið at hoyra, hvussu vit kunnu fáa fólk at røra seg meira á arbeiðsplássum, barnagørðum, skúlum, ellisheimum og í frítíðin annars.

Lagt verður til brots í Tekniska skúla í Klaksvík týsdagin 28. apríl við hesari skrá:

• Hví Rørsluárið 2009? – Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum
• Kropslig venjing og heilsa – Magni Mohr, Phd í humanfysiologi
• Hvat ítróttafeløgini kunnu gera? – Sølvi Reinert Hansen, forseti í ÍSF
• Føroyar í rørslu: Nøkur dømi um ítøkilig átøk fyri at fremja rørslu í 2009
• Býarskipan og rørsla – Dávur Winther, Klaksvíkar Kommuna
• Eldri og rørsla – Benadicta Ellingsgaard og Martha Reyðberg, Nærverkið
• Rørsla á arbeiðsplássinum – Hákun Djurhuus, stjóri í SEV
• Rørsla hjá børnum og ungum í skúlum – Óli Jákup Joensen, skúlaleiðari
• Rørsla hjá børnum á dagstovnum – Tóra Johannessen, dagstovnaleiðari
• Kjak um, hvat kann gerast á staðnum

Haraftrat kemur landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, at siga nøkur orð.
 
Tað eru Fólkaheilsuráðið og ÍSF, sum saman við landsstýrismanninum í heilsumálum, ið eru stigtakarar til rundferðina. Almennu fundirnir eru ókeypis. 

Fakta: Rundferðin ”Føroyar í Rørslu”
28. apríl: Klaksvík
30. apríl: Sandoy
4. mai: Suðuroy
5. mai: Eysturoy
6. mai: Vágar

Tórshavn, 27. apríl 2009

Fólkaheilsuráðið, ÍSF og landsstýrismaðurin í heilsumálum