Samstundis sum føroysk fiskivinna og serliga alivinna gerst alt meira sjónlig í altjóða samfelagnum og politiska skipanin leggur størri orku í at vinna føroyingum og føroyskari framleiðslu atgongd til útlendskar marknaðir, tykir áhugin millum mannað fyri tí sum fyriferst í londunum kring okkum og kanska serliga okkara nærmastu grannalondum at verða so sum so.
Samstundis sum føroysk fiskivinna og serliga alivinna gerst alt meira sjónlig í altjóða samfelagnum og politiska skipanin leggur størri orku í at vinna føroyingum og føroyskari framleiðslu atgongd til útlendskar marknaðir, tykir áhugin millum mannað fyri tí sum fyriferst í londunum kring okkum og kanska serliga okkara nærmastu grannalondum at verða so sum so.
Tí kendist tað sera gott at tíðinda leiðarin í KVF valdi at fara til Grønlands at dekka grønlendska valið og sum altíð tá ein ferð nýggjar leiðir spyrst okkurt spennandi burturúr. Umframt at vit hava hoyrt og sæð innsløg frá grønlendska valinum hava vit eisini fingið fleiri áhugaverd innsløg úr gerandisdegnum í Grønlandi. Tað var ikki bert løtan tá sigurharrin á grønlendska valinum trein fram og takkaði fyri, sum farið var eftir, men eisini annað og óivað hevur KVF fingið hópin av hugskotum og tilfari sum í framtíðini kunnu gerast til sendingar burtur úr Grønlands ferðini.
Umráðandi er at føroyskir miðlar tora at fara undir slíkar verkætlanir, men synd at siga at reaktiónirnar á sosialu miðlunum duga at fata týdningin av hesum.
Tað er umráðandi at vit skilja hvat tað er sum upptekur fólk í londunum kring okkum og áhugavert hevði verið um kvf kundi vitja lond sum keypa føroyskar vørur og fylgt politisku royndunum at fáa avtalur við stóru altjóða marknaðirnar.
Tað er lætt at sita í eini stovu og finnast at sum sjálvboðin skribentur hjá stóru amerikansku sølufyritøkuni Facebook og brúka seg um hvussu nóg tað kostar at almenna føroyska kvf velur at seta føroysk eygu og oyru á útheimin.
Hugsað um at júst hesin stóri amerikanski kapital imperialisturin, sum hvørt mannsbarn heldur verða sítt egna univers, í dag er komin langa leið at útrudda føroyskt hugsandi miðlar, við eirindaleysari vanvirðing fyri marknaðar prinsippum sum sett verða føroyskum miðlum at virka undir. Eingin hevur ábyrgd av tí sum verður skrivað og eingin hevur eftirlit við at at persónligu upplýsingar um facebook brúkarar verða brúktir sum søluvøra til stórar og svangar altjóða sølufyritøkur.
Tá Norðlýsið var stovnsett fyri 100 árum síðan var tað tí at mett var at brúk var fyri einari lokalari sjálvsvitan og kjakið og tá KVF (ÚF) 42 ár seinri fór undir at senda fingu vit føroyingar eina føroyska rødd sum als ikki er sjálvsøgd. Tað hevur avgerandi týdning at vit eiga miðlar sum tora og vilja seta orð á føroysk og útlendsk viðurskifti, men spurningurin er um tað ikki eru alt ov fá sum virðismeta hetta frælsið sum føroyingar hava átt í føroyskum miðlum í 100 ár.
Men avbjóðingin liggur fyrst og fremst hjá føroyskum miðlafólkum at hava áræði og dugnaskap til at vera viðkomandi – eisini í framtíðini.




