Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rósur til Tjóðveldi í Klaksvíkar Býráð

John William Joensen

Høgni Hoydal skrivar umvegis Facebook: Tjóðveldisfólkini í Norðoyggjum og okkara trý umboð í Klaksvíkar Kommunu gera eitt framúr arbeiði. Býráðssamgongan hevur longu framt eina røð av hjartamálum – á vinnuøkinum, fyri trivnaðin, fyri skúla og mentan, fyri barnafamiljurnar (m.a. við stórari lækking í barnaansingargjaldinum), við íbúðarbygging og eldrarøkt, við ókeypis bussleið og mongum øðrum.

Millum annað hetta viðgjørdu vit á einum frálíkum fundi í Miðstovuni í Klaksvík mánakvøldið 7. desember. Aðalstjórnin hjá Tjóðveldi hevur regluligar fundir, ið verða hildnir kring landið. Á fundinum í Klaksvík var eisini formaðurin í Norðoya Tjóðveldisfelag við, umframt býráðsumboðini hjá Tjóðveldi.
Og vit viðgjørdu øll áleikandi politisk mál fyri landið alt, fyri Norðoyggjar og fyri tjóðveldishugsjónina um frælst fólk í frælsum landi.