Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rotary i Klaksvík: Kúgv til slaktingar í Hattarvík

John William Joensen

Í morgun komu limir í Klaksvíkar Rotary við Rituni til Hattarvíkar og við sær høvdu teir eina kúgv sum keypt var í Gøtu sum liður í einum átaki at savna pening til vælgerðandi endamál.

Í morgun komu limir í Klaksvíkar Rotary við Rituni til Hattarvíkar og við sær høvdu teir eina kúgv sum keypt var í Gøtu sum liður í einum átaki at savna pening til vælgerðandi endamál.

Tað eru mong ár síðan at kúgv hevur verið í Hattarvík, men tá Ritan kom til Hattarvík í morgun var ein kúgv sett hegnisliga á trøllagjónna, av manningini á Rituni. Uppistovubóndin, Símun Gullaksen tók ímóti og síðani var kúgvin, við fylgi, leidd ígjøgnum bygdina til sláturhúsið í Uppistovugarðinum.

Við í ferðalagnum var forsetin í Klaksvíkar Rotary, Palli Ziskason, og hann greiddi frá at bestu bitarnir frá kúnni verða seldir á uppboðssølu á limafundi og yvirskotið fer óskert til at stuðla m.a. skipanini við skiftisnæmingum.

Vit hava í fleiri umførum haft útlendskar skifitsnæmingar, sum hava gingið á miðnámsskúla í Klaksvik ella Kambsdali.

Eisini hava nógv ung úr Klaksvík verið úti í heimi, í londum sum USA, Australia, Meksiko, Argentina og Suðurafrika. Síðan 1980 hava uml 40 ung lesandi verið umvegis Rotary í hesi skipan.

Tað var Adolf Jóhannesen, sum er slaktari, ið drap og fletti kúnna og alt gekk sum eftir ánni.

Kúgvin vá 520 pund.

Við í ferðalagnum vóru: Adolf Jóhannesen, Hans Elisar Fjallsbak, Jørgin Vágslíð, Julius Poulsen, Símun Akursmørk, Palli Ziskason og Símun Gullaksen