Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Røtt tøl í Norðlýsinum – ivasamur lesiførleiki hjá Ingolfi S. Olsen

John William Joensen

ISO sigur seg ikki vita hvussu eg rokni procent, men at úrslitið ikki er rætt. Jú, ISO, úrslitið er rætt – men hvussu tú lesur fer at standa í óvissuni.

Tí tølini tú nevnir í grein tíni eru júst tey somu sum eg brúki – fyri 2018!

Men tað blivu ikki bara útlutaðar menningarkvotur fyri 2018.

Tað blivu eisini útlutaðar menningarkvotur fyri 2019, 2020 og 2021, og í greinini verður greitt tilskilað, at “um vit taka alt sum varð útlutað á hesum sinni” verða tølini samanlagt 84,1 % av tilfeinginum.

Skal ein rokna sum ISO, har eitt einstakt ár verður tikið úr samanhanginum, kann við eins góðum rætti t.d. sigast, at í 2020 fáa Vestmanna og Sørvágur 47,85 % í part, ella tilsamans 95,7 % av útlutaða tilfeinginum.

 

Harleyfacadeacryl