Ein ógvusliga yvirskrift kanska, men Emil Sólsker av Eiði sigur, at rottur í Føroyum fáa alt ov góðan frið at gera skaða í Føroyum, í meðan myndugleikarnir bert hyggja at og onki gera við tað. Kunngerðin um oyðing av rottu verður ikki hildin í nóg stóran mun.
Ein ógvusliga yvirskrift kanska, men Emil Sólsker av Eiði sigur, at rottur í Føroyum fáa alt ov góðan frið at gera skaða í Føroyum, í meðan myndugleikarnir bert hyggja at og onki gera við tað. Kunngerðin um oyðing av rottu verður ikki hildin í nóg stóran mun.
Emil Sólsker av Eiði er varugur við, at rottur gera skaða í Føroyum, og at rottan – um onki verður gjørt fyri at tálma henni – kann hava stórar avleiðingar í framtíðini.
Longu nú er hagafuglurin í summum støðum hart raktur av rottu og í bjørgunum norðanfyri hava bjargamenn havt trupulleika av rottuni.
– Eitt nú er væl av rottu í Tjørnuvík og í Sjeyndum. Í fjørsummar ella tíðliga í heyst, tá ið tað byrjaði skýma, sóust rottur ganga í bakkanum. Eisini í Dølum í Vestmanna eru spor frá rottu, fortelur Emil Sólsker.
Emil Sólsker, sum í dag av eintingum fer norður á Kalsoynna, at leggja rottueitur, tí rotta er sædd har í heyst og á nýggjárinum, sigur at myndugleikin skal halda reglugerðina um oyðing av rottu.
Hvat sigur reglugerðin um oyðing av rottu
Reglugerðin frá 1962 sigur í stuttum m.a., at reglulig rottuoyðing skal verða sett í verk eina ferð um árið í øllum kommunum, har rotta er; at kommunan hevur skyldu at útvega tilfar og at hvør kommuna hevur skyldu at seta álítandi mann at leggja eitur út.
Búnaðarstovan, sum liggur undir Fiskimálaráðnum, hevur skyldu kanna eftir, at reglugerðin verður hildin. Verður reglugerðin ikki hildin, skal Búnaðarstovan boða landsstýrismanninum frá hesum. Síðani skal hægsti myndugleiki á økinum seta tiltøk í verk, sum umtalaða kommuna skal rinda fyri.
– Men hetta verður ikki hildið, tí fleiri rottukassar eru tómur fyri eitri, og Búnaðarstovan tykist ikki megna at halda eyga við hesum.
Reglugerðin má haldast ella broytast
– Tað fyrsta, sum má gerast, er at fáa eitur í allar kassarnar, sum eru kring landið. Núverandi reglugerð sigur, at so skal vera, men soleiðis er tað ikki tíanverri, fortelur Emil Sólsker.
– Eg havi roynt at sett meg í samband við myndugleikan á økinum, men tað er sum at sletta vatn á gás; einki svar. Sum eg havi skilt á lagnum, er nokk av eitri, men hetta eitri verður ikki lagt í nógvar av eiturkassunum. Norðuri á Eiði er ið hvussu er nokk av gift, men eingin tekur sær av hesum, sigur Emil Sólsker.
Emil heldur at annaðhvørt skal reglugerðin um rottuoyðing haldast, ella skal reglugerðin broytast soleiðis, at møguleiki er at halda hana.
Hann sigur, at tað besta var um Búnaðarstovan einsamøll tók sær av hesum og valdi væl egnaðar menn ella kvinnur kring landið, at halda stýr á hesum.
Hann heldur, at best var, um ein maður stóð til dømis á odda fyri Eysturoynni. Hesin skuldi so í tøttum samstarvi við røktingarmenn og aðrar staðkendar og vitugar, staðið fyri at lagt rottugift.
Líkt er so statt til, at reglugerðin í alt ov lítlan mun verður hildin, um hugsað verður útsøgnirnar hjá Emil Sólsker. – Ja, rottur gera stóran skaða, men myndugleikin ger kanska størri skaða, um rottan fær frið.




