Hóast Marie Fredrikssen ikki er í toppformi orsakað av sjúku, megnaði Roxette at fáa eina stóra fólkamongd at syngja við til øll hittini.
Hóast Marie Fredrikssen ikki er í toppformi orsakað av sjúku, megnaði Roxette at fáa eina stóra fólkamongd at syngja við til øll hittini.
”It must have been love” og øll hini hittini vóru at hoyra á Vágsbøi í gjár. Tað eydnaðist væl, sera væl.
Marie Fredrikssen var ikki før fyri at syngja standandi, men rødd hennara skaraði fram úr hóast tað. Ótrúliga stórt og djarvt av henni, í hesum døgum tá ið alt skal vera ’perfekt’.
Hon er ein fortalari fyri veruliga menniskjanum, har tað er í lagið at ’feila’. Øll eru vit ikki ’perfekt’.
– Hetta er ein øðrvísi vinkul upp á lívið, sigur Erik Biskopstø eyðmjúkur á málinum. – Tað var rørandi til tíðir, leggur hann afturat.
MYNDIR:




