Á telduverkstaðum kring um í landinum upplivað tey mangt og hvat. Tá telda hjá roykjara var latin upp – var hon fylt við óhumsku – ein klistrutt blanding av nikotin og støv
Á telduverkstøðunum kring landið upplivað teir mangt og hvat.
Her fyri kom ein maður inn á verkstaðin við eini teldu sum slóknaði.
Tá tekninkarin opnaði telduna var hann um at spíggja.
Teldurnar verða luftkøldar og tí verður luft sogin inn í telduna við viftum og soleiðis var støv og nikotin blandað saman í ein klistruttan massa – sum til endan køvdi telduna.
Teldan bleiv ovurhitað og sløknaði.
Á verkstaðnum var sagt at teldumaðurin tordi ikki at lata niðara partin av telduni upp – tí hann var bangin fyri at ein bjørn lá og svav inni í telduni! 🙂
Royking er sostatt eisini skaðiligt fyri teldur.




