Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Royn lívið sum yrkisleikari

Tíðindaskriv

B36 skipar aftur komandi ár fyri serstøkum fótbóltsskúla, har luttakararnir í fimm dagar sleppa at royna lívið sum fulltíðar fótbóltsspælarar

B36 fer saman við Thomas Dam Intersport aftur at skipa fyri Pro Camp fyri aldursbólkarnar U13 Dreingir (2004-2005) og U15 Dreingir (2002-2003).

Talan er um fótbóltsskúla, har luttakararnir í fimm dagar sleppa royna lívið sum yrkisleikarar, og har sera dugnaligir venjarar standa fyri dagligu venjingunum. Tvær venjingar eru hvønn dag, og eisini er heilsugóður matur partur av skúlanum. Eisini verður skipað fyri fyrilestrum, har endamálið er at kunna spælararnar um, hvat krevst fyri at røkka ovastu tindunum. Hartil fáa spælararnir eisini ein klædnapakka við venjingarklæðum frá Adidas til ognar.

Fótbóltsskúlin er fyri dreingir í aldursbólkinum U13 og U15. Fyri at tryggja eina høga góðsku í venjingini, eru bert 22 pláss í hvørjum aldursbólkið.

– Talan er um ein sera seriøsan fótbóltsskúla, har nógv fokus verður á tann einstaka spælaran og menningina av hesum, sigur Andrass Thomsen frá B36. Hann leggur aftrat, at ætlanin er, at teir leikarar, ið melda seg til, veruliga skulu merkja, at teir flyta seg nakað hesar dagarnar.

Saman við dugnaligum venjarum úr B36 koma heili tríggir venjarar úr Lyngby Boldklub til Føroyar at standa fyri venjingunum. Hesir venja dagliga elitu hjá Lyngby Boldklub, og tí er ongin ivi um, at teir kunnu læra nógv frá sær. Aftrat hesum koma nakrir av dugnaligastu venjarnum í Føroyum eisini at hava einstakar venjingar, har ávís fokus-punkt eru evnið.

Les meira um fótbóltsskúlan og melda til áwww.b36.fo.