Á LookNorth í Klaksvík, sótu tveir ungir menn av Tekniska Skúla í Havn og teknaðu og hugsaðu. Stendur tað upp til teir, so fer LookNorth helst einaferð í framtíðini at framleiða proppar til mjólkapakkarnar.
Tá Norðlýsið var á LookNorth í øðrum ørindum fyri viku síðani, hittu vit Álvur Klakk Olsen úr Gøtu og Andrass Joensen úr Havn. Teir sótu við eitt borð í kantinuni á LookNorth við hvør sínari teldu, við eini rúgvu av ymiskum patentproppum av ymsum dunkum og kartongum, sum teir høvdu funnið kring um í handlum í Klaksvík.
Teir báðir greiddu mær frá, at teir ganga Tekniska Skúla í Havn og vórðu tá á LookNorth at gera eitt avsluttandi projekt í framleiðslutøkni.
Tað, teir báðir høvdu sett sær um mál, var at menna ein snildan propp, sum vit onnur fara at kunna seta á mjólkapakkarnar, tá vit skulu skeinkja mjólkina úr pakkunum. Proppurin skal koma í staðin fyri at skræða mjólkapakkan upp, sum vit gera nú. Flestu okkara kenna helst, at tað at skræða ein mjólkarpakka upp kann mangan vera trupult. Hjá børnum og eldri fólki kann hetta mangan vera sera trupult, fyri ikki at siga ómøguligt.
At menna ein slíkan propp, sum øll skulu kunna brúka, er ikki bara sum at siga tað, tí proppurin skal passa inn í arbeiðisflowið hjá MBM. Tað hevur við sær, at til ber ikki at festa proppin á pakkarnar undir framleiðsluni, tí so kunnu mjólkarpakkarnir ikki stáplast og harafturat kann proppurin brotna av og so fram.
Teir báðir Álvur og Andrass halda at uppgávan er spennandi. MBM sigur, at teir framleiða umleið 5 milliónir mjólkarpakkar um árið, tí hevði verið áhugavert at framleitt slíkar proppar á LookNorth. Men hinvegin krevst at framleiðslan er bílig og at propparnir eru loysnin, sum brúkarin tekur til sín.
Hetta var fjórða vikan at teir sótu her og arbeiddu við hesi ætlan teirra. Álvur Klakk Olsen og Andrass Joensen eru farnir aftur til Havnar á Tekniska Skúla í Havn, tí praktikktíðin er av. Teir báðir koma aftur á LookNorth seinni at arbeiða víðari við projektinum í aðrari praktikktíð, men hetta er eitt sera trupult projekt Andrass og Álvur Klakk hava valt at arbeiða við, so áhugavert verður at frætta um teir fara at koma til nakað endaligt úrslit, sum LookNorth fer at satsa upp á.




