Er tað tær vit leita eftir?
Kom við til royndarfilming til norska filmin Buzz Aldrin, skaldsøga eftir Johan Harstad, sum verður umgjørd til sjónvarpsfilm í fýra pørtum.
Royndarfilming verður sunnudagin 29. Mars í hølunum hjá “Klippfisk”, í J.H. Schrødersgøtu í Havn.
Einasta tú skal gera er at fyrireika stutta søgu uml. 3 minuttir, sum tú skal fortelja á donskum/norðurlendskum.
Filmurin verður tikin upp í summar frá 15.juni til uml. 20 juli. Til ber eisini at tekna seg sum statistur.
Í fyrstu atløgu verða øll filmað. Síðan verður valt út til annað umfar.
Vit leita eftir:
Ennen, genta /kvinna (25 – 29 ár)
Palli, maður (35 – 38 ár)
Anna, kvinna (29 – 34 ár)
Eyðdis, genta/kvinna (24 – 27 ár)
Sofus, smádrongur (7 – 12 ár)
Bergur, maður (45 – 55 ár)
Ynskir tú at vita meir, kanst tú venda tær til Eyð Matras, tlf.270889 eymatr@post.olivant.fo
Tilmelding: 270889 ella á eymatr@post.olivant.fo í seinasta lagi fríggjadagin kl. 18.00.




