Eyðun Gullaksen, skipari á Sjóborg sigur við Norðlýsið, at januar mánaði hjá trolbátunum hevur roynst slakari í ár enn januar í 2002.
Týsmorgunin landaði Sjóborg á Kósini. Eyðun Gullaksen, skipari sigur, at teir vóru noyddir at bróta túrin av orsakað av veðrinum og eisini høvdu teir trupulleikar við eini pumpu.
Hesin túrurin hjá Sjóborg vardi bert í 1½ døgn og fingu teir uppí 160 kassar ella eini 15-16.000 pund.
Sjálvt um línubátarnir rokfiska fyri tíðina og trolbátarnir fáa minni, so heldur Eyðun Gullaksen at fiskiskapurin hjá trolbátunum hóast alt hevur verið hampuligur, sjálvt um hann ikki hevur verið so góður sum somu tíð í fjør.
Tað er ikki óvanligt, sigur Eyðun Gullaksen, at tá línubátarnir fáa nógv, so fáa trolararnir minni og við hvørt er støðan tann umvenda.




