Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Royndu í Svínoyarhavinum, men tað gav lítið

Oliver Joensen

Janus Sørensen, skipari á Brandi sigur, at teir vóru ein túr her inni í Svínoyarhavinum í gjár, bara fyri at vita um vit kundu fáa nakað av hýsu her nú, tí vit høvdu hoyrt um at onkur hevði fingið, men tað bleiv einki. Bert eitt tons.

Nú liggja vit og bíða eftir veðri, sigur Janus víðari, og tá viðrar aftur, fara vit aftur út á landgrunnin, har vit hava verið fyri tað mesta í apríl. Tað hevur rigga væl á djúpum vatni, tí vit hava ligið úr 6 upp í 8000 pund hvønn túr, har næstan alt hevur verið longa og longuprísurin hevur hildið sær á nøkulunda sama støði allan apríl. Hetta er besti apríl mánaði vit hava fingið í nógv ár.

Upp á fyrispurning, sigur Janus Sørensen, skipari á Brandi, at tá teir hava roynt á djúpum, hava teir hildið seg til 48 stampar. Janus leggur afturat, at tað hevur verið nógv lív at sæð á sjónum í vár, nógvur svartfuglur og í heila tikið nógv lív í á sjónum.

Harleyfacadeacryl