Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Royndu nýggja leikskipan

Jákup Ósá

KÍ spældi í seinna hálvleiki í gjár við nýggjari leikskipan.

Jesper Brinck kom á vøllin í hálvleikinum til sín fyrsta dyst síðani 1. umfar, tá hann fekk skaða. Hetta gjørdi, at KÍ í hálvleikinum skifti til at spæla við trimum í verjuni. Hetta er fyrstu ferð síðani 4-2 tapið móti 07 Vestur í 2018, at KÍ spælir ein kappingardyst við trimum í verjuni. So er spurningurin, um hetta var ein ábending um, at tað framyvir fer at vera skift millum ymiskar leikskipanir í verjupartinum. Jesper Brinck spældi sentralt, Odmar Færø til høgru og Deni Pavlovic til vinstru.

KÍ spælir mánakvøldið móti AB.