Í farnu viku var roysningurin fyri fyrstu ferð ein túr eystan fyri oyggjarnar. Hin 3. mai var boðað frá, at roysningurin lá uppi á landi í Funningsbotni. Dagin eftir var hann fyrst á Oyndarfirði og fór haðani yvir undir Kalsoynna, har hann ferðaðist fram við landinum norður á Kalsfles.
Í farnu viku var roysningurin fyri fyrstu ferð ein túr eystan fyri oyggjarnar. Hin 3. mai var boðað frá, at roysningurin lá uppi á landi í Funningsbotni. Dagin eftir var hann fyrst á Oyndarfirði og fór haðani yvir undir Kalsoynna, har hann ferðaðist fram við landinum norður á Kalsfles. Annan dagin legði hann eystur yvir, og var 30 fjórðingar í ein landsynning úr Viðoynni, áðrenn hann vendi inn aftur móti Fugloynni. Triðja dagin var hann undir Kunoynni, haðani hann ferðaðist vestur yvir, nakað úr landi. Næstu tveir dagarnar var hann á kendum leiðum í nánd av Sørvágsfirði.
Síðan ferðast roysningurin næstu tríggjar dagarnar á opnum havi. Fyrsta dagin var hann 15 fjórðingar í ein útsynning úr Mykinesi. Annað dagin var hann farin norður yvir og var 80 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi, tá hann var longst úr landi. Triðja dagin var roysningurin 50 fjórðingar úr landi, men svam móti landi, og kom soleiðis fjórða dagin inn undir Saksunarbjørgini.
Roysningurin svimur rættiliga skjótt, góð fimm míl, tá hann ferðast sum skjótast.
Nú eru 54 dagar farnir, síðan roysningurin var merktur.
Kortið kann takast niður í hægri loysn her.




