Í kvøld hevur Náttúrugripsavnið lagt út nýggj tíðindi um roysningin. Hann sær út til at trívast væl. Fyri stuttum var hann um 80 fjórðingar úr landi, so sigast kann at prusið hann hevur fingið av sendaranum hevur ikki darva honum, hann ber seg at sum roysningar flestir.
Myndir av roysninginum tiknar í Porkeri vístu at festið til sendaran var komin so langt út, at sendarin og antennan lógu næstan sløtt eftir kroppinum. Hetta kann forklára hví positiónirnar hava verið færri seinastu vikuna. Men á myndum úr Froðba situr sendarin aftur djypri, og antennan peikar beint upp, kanska tí at roysningurin hevur lagt seg á sendaran og trýst hann inn aftur. Og hetta kann forklára hví tað aftur bløðir meira úr sárinum. Nakað av olju er komið á fitjur og afturkropp. Hetta darvar ikki roysningin, uttan so at oljan kemur í eyguni. Oljan fer burtur aftur so hvørt nýggj hár og húð vaksa.
Fólk hava ivast í um roysningurin er væl fyri, og um sárið frá sendaranum hevur tikið ilt fyri seg. Atburðinum hjá roysninginum er so einki at fýlast at, hann tíggjar sær sum roysningar flest, kortini at hann er langt heimanífrá. Og roysningurin er ikki vorðin verri í holdum, sammett við tá hann kom fyrstu ferð 27. februar. Sendarin hevur nú virka í 68 dagar. Hetta er líka leingi sum teir frægastu sendararnir í Grønlandi hava rigga. Í 2010 merkti Náttúrugripasavnið ein roysningur tvær ferðir, við somu mannagongd sum nú, og hesin svam so allan vegin norður til Svalbards.




