Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rudda uppi á Fossum

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Fyri nógvum árum síðan fór henda stóra maskinan á beltum niðan á Fossar at grava fyri grundum til eitt seyðahús, men gekk maskinan fyri.

Tað kom í drag við at gera brøytina í stand aftur, og sum árini eru liðin, hevur tíðarinnar tonn, veður og vindur gnagað av henni.

Í dag komu so menn frá Skála, sum eru útgjørdir til endamálið, og sum savna gamalt jarn, niðan og skóru maskinuna í bitar og settu stórar lutir av henni uppá ein blokkvogn.

So í morgin verður helst einki at síggja eftir av henni.

Uppi á Fossum er frágera vakurt og her gongur nógv fólk dagliga. Tá ið tað so eisini verður útstykkjað til sethúsabygging longur niðri á Fossum, fríðkar tað um, at fáa hesa stóru gravimaskinuna burtur av økinum.