Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rúka Føroyar í altjóða svinginum, ella..?

Oliver Joensen

Mánakvøldið komandi fer stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, at tosa um hvønn týdning rákini í altjóða samfelagnum hava fyri Føroyar sum fiskivinnutjóð.

Hvat er tað sum hendir úti í heimi, og hvussu kemur tað ávirka føroyska fiskivinnubúskapin  og her serliga ein fiskivinnubý sum Klaksvík?
Altjóðagerðin er týdningarmikil at taka upp, tí óansæð vit vilja tað ella ikki, so er tað ein realitetur, sum vit verða tvingaði at taka støðu til.
Vinnufundurin, sum er almennur, verður á Tekniska skúla mánakvøldið 24. oktober, og byrjar kl. 19:00.