Ragnheiður Viderø og Noomi Brend, sumganga í fimta flokki í Viðareiðis Skúla, erusera glaðar fyri nýggju og betru umstøðurnar. Umstøðurnar og karmarnir í skúlastovuni og uttan fyri skúlastovuna ervorðnar væl betur, nú skúlin er vorðinrúmligari.

Ragnheiður og Noomi hava glett seg nógv til nýggju umstøðurnar í skúlanum. Síðani skúlabyrjan, so at siga, hava næmingarnir hildið til í nýggja bygninginum. Og tað hevur verið spennandi.
Ragnheiður:
– Tað besta við nýggja skúlanum er alt tað nýggja. Serliga eru tað stólarnir og borðini, sum eru nógv betri enn teir gomlu, fortelur ein væl nøgd Ragnheiður.
Spurd um hon lærir meira í nýggja og rúmliga skúlabygninginum, er hon tó eitt sindur í iva. – Jú kanska eitt sindur; tað er ið hvussu er stuttligari í skúlanum nú, sigur Ragnheiður.
Noomi:
Noomi dámar eisini væl nýggju umstøðurnar. – Eg haldi at skúlin er góður, tí har er so gott pláss, byrjar Noomi at greiða frá.
– Vit læra kanska ikki meira enn fyrr, men tað er eitt sindur stuttligari at hava fríkorter nú, tí nú kann man gera nógv meira inni, sigur hon.
Møguleikarnir uttan fyri skúlastovurnar eru bæði praktiskar og hugnaligar. Sofur og ein stór “aula” at reika runt í. Umframt hetta er økið kring skúlan ikki at forsmáa; vøllur, reiggjur og annars stór vídd.