Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Runavíkar Havn hevur havt størstu framgongdina

Norðlýsið

Í 2010 seldi Runavíkar Havn fyri góðar 6,7 mió. kr. og í 2013 var sølan 11,4 mió. kr.. Klaksvíkar Havn hevur síðan 2009 økt søluna næstan 50%. Tórshavnar Havn er í serklassa og seldi fyri góðar 56 mió. kr. í 2013 meðan Havnin á Tvøroyri seldi Í 2013 eina mió. kr. minni enn hon gjørdi í 2009.

Í 2010 seldi Runavíkar Havn fyri góðar 6,7 mió. kr. og í 2013 var sølan 11,4 mió. kr.. Klaksvíkar Havn hevur síðan 2009 økt søluna næstan 50%. Tórshavnar Havn er í serklassa og seldi fyri góðar 56 mió. kr. í 2013 meðan Havnin á Tvøroyri seldi eina mió. kr. minni enn hon gjørdi í 2009.

NÓGVIR háttir eru at gera tøl upp men samanbera vit “sølu av vørum og tænastum” er Runavíkar Havn næst størsta havnin í Føroyum.

Her eru tølini fyri sølu av vørum og tænastum hjá fimm av støru havnunum í landinum. Tó vantar inntøkan hjá Tórshavnar Havn fyri 2009. Hetta er tað, sum havnirnar bóka sum “søla av vørum og tænastum”. Tað er inntøka fyri havnagjald, brúgvagjald, vørugjald, vatngjald, ruskgjald, bátapláss, leigu av lendi v.m.. Inntøka frá ferðamannaskipum er eisini við í tølunum.

Nakrar havnir hava eisini aðrar inntøkur, men tær eru ikki við í uppgerðini.

Sí hagtøl niðanfyri (jpg) TRÝST HER

Harleywoodpaint