Leygardagin 15. November 2003 var rundkoyringin millum Gamla Kirkjugarð og Posthúsið alment tikin í brúk og á politistøðini verður staðfest at hon hevur bøtt munandi um ferðsluna í økinum.
Leygardagin 15. November 2003 var rundkoyringin millum Gamla Kirkjugarð og Posthúsið alment tikin í brúk og á politistøðini verður staðfest at hon hevur bøtt munandi um ferðsluna í økinum.
Norðlýsið skrivar fríggjdagin 21. nov. 2003 at nógv fólk var samankomið leygarmorgunin tá borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, klipti snórin og ferðslan kundi taka rundkoyringina í brúk.
Handlarnir í Klaksvík høvdu gjørt nógv burtur úr og bjóðaðu rundstykkir og Cirkel-kaffe til øll.
Eftir at borgarstjórin hevði klipt snórin var skipað soleiðis fyri at teir fyrstu sum koyrdu ígjøgnum rundkoyringina vóru, Jógvan Gerðalíð, 87 ár, í einum kommunubili og Jákup Biskopstø 85 ár á egnum scootara.
Í stuttari røðu segði borgarstjórin at hann mátti takka borgarunum fyri tolsemi meðan arbeiði at gera rundkoyringina hevði staðið uppá. Serstakliga handlarnir kring miðbýin høvdu merkt nógvan órógv í samband við arbeiði.
Kári Thorsteinson, politi-leiðari fyri norðurøki sigur við Norðlýsið at síðani rundkoyringin var tikin í brúk hevur ferðslan gingið sera væl og hann minnist ikki nakra óhapp hesi seinastu 10 árini.




