Rúni Gaardbo vísir aftur, at hann hevur skrivað tvær dómarafrágreiðingar um reyða kortið hjá Víkinga leikara 11. august.
Dómarin frá dystinum millum Víking og EB/Streym sigur við Norðlýsið, at hann hevur bara skrivað eina dómarafrágreiðing í sambandi við dystin.
Í frágreiðingini hjá FSF, har teir hava valt at stytt leikbannið hjá Víkinga leikara frá fýra dystum til tveir ystir stendur:
”Eftir at Kappingarnevndin í farnu viku gav Víkinga-leikaranum, Hans Jørgen Djurhuus, fýra dagar leikbann í sambandi við reytt kort, sum hann fekk í dysti móti EB/Streymi seinasta mánadag, gjørdi Víkingur kappingarnevndina varuga við, at nýggjar upplýsingar vóru í málinum. Kappingarnevndin tók tí málið upp av nýggjum, og í sambandi við hetta gav dómarabólkurin til dystin millum Víking og EB/Streym eina nýggja frágreiðing, sum var munandi øðrvísi enn tann fyrra. Dómarabólkurin metti, at ein partur av uppruna frágreiðingina var ikki nóg greiður.
Av teimum fýra døgunum, ið Hans Jørgen Djurhuus hevði fingið leikbann, vóru teir tveir givnir fyri, at hann skuldi havt víst longutong mótvegis dómarabólkinum. Men sambært nýggju frágreiðingini hjá dómarabólkinum var hetta ikki gjørt mótvegis dómarabólkinum, og tað bleiv gjørt uttan fyri vøllin. Av hesi orsøk valdi kappingarnevndin hjá FSF at strika tveir av døgunum, sum Hans Jørgen Djurhuus hevði fingið í leikbanni.”
FSF skrivar, at dómarabólkurin gav eina nýggja frágreiðing, sum var munandi øðrvísi enn tann fyrra og at hetta var orsøkin til, at Víkinga leikarin fekk sítt bann niðursett. Norðlýsið hevur tí vent sær til dómaran, Rúna Gaardbo, sum er dómari og altíð skrivar dómarafrágreiðingarnar vegna dómarabólkin.
– Eg havi fylgt øllum vanligum mannagongdum í sambandi við eitt reytt kort. Eg skrivaði eina dómarafrágreiðing eftir dystin, sum seinni hevur ligið alment úti. Og eg havi onga aðra dómarafrágreiðing skrivað. Annars havi eg ongar viðmerkingar til hetta málið, sigur Rúni Gaardbo við Norðlýsið í kvøld.
Les eisini:




