Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rúni Heinesen trekt seg sum uppskot til formanssessin í FSF

John William Joensen

Norðlýsið hevur fingið váttan frá Rúna Heinesen, um at hann ikki longur er í uppskotið til formanssessin í Fótbóltssambandinum.

Norðlýsið hevur fingið hendur á skrivið sum er sent til limafeløgini hjá FSF.
Vit royndu at fáa viðmerking frá Rúna Heinesen, men hann vísti bert til skrivi og til formannin í FSF, Dánjal Andreasen.

Kunningarskriv til limafeløgini
Við hesum skal sigast frá, at Starvsnevndin í FSF er samd um, at leggja stríðið niður viðvíkjandi formansstarvinum til aðalfundin, sum verður 14. februar.
Avtalað er, at Rúni Heinesen tekur seg aftur sum formansvalevni og tekur við afturvali sum nevndarlimur.

Hartil er nevndin samd um
– at gera greiðar mannagongdir fyri samskifti millum nevnd, undirnevndir, umsiting og limafeløg og
– at skilnaður verður í umsitingini ímillum ábyrgdina av bókhaldi og fíggjarligum flytingum.

Annars skal upplýsast, at Christian Andreasen hevur valt at taka seg aftur sum valevni til nevndina.




N.v. Dánjal Andreasen, formaður