6000 kr. frá Kjøli endaðu hjá Rúna í Hjøllum.
Undirtøkan til ársins egnikapping var ikki eins góð sum vanligt. Um hetta endurspeglar støðuna í útróðrarflotanum skal vera ósagt. Men teir fimm luttakararnir góvu mongu áskoðarunum eina góða kapping. Vinnarin gjørdist tann sami, sum vann agnskeringina. Rúni í Hjøllum vann tær 6000 krónurnar. Leon Sólheyg gjørdist nummar tvey og vann 3000 kr. Meðan Árni Zachariassen gjørdist nummar trý. Hann fekk 1000 kr. Vinningarnar lat Kjølur, har Jákup Mikkelsen handaði vinnarunum vinningarnar.
Endaliga úrslitið fyri topp 3 var hetta:
1. Rúni í Hjøllum 8.26.59
2. Leon Sólheyg 8.50.34
3. Árni Zachariassen 8.54.95




