EB/Streymur skal hava nýggjan venjara komandi kappingarár.
EB/Streymur skal hava nýggjan venjara komandi kappingarár.
Rúni Nolsøe heldur ikki fram sum venjari hjá EB/Streymi. Rúni hevur verið venjari hjá besta liðnum hjá EB/Streymi í 2013 og 2014. Í 2013 kom liðið í steypafinaluna og víðari úr fyrsta umfarinum í Champions League. Í landskappingini endaði EB/Streymur á 5. plássi. Í ár vóru teir í EB/Streymi júst ov stuttir til at koma í steypafinaluna. Í landskappingini liggur liðið í løtuni best fyri av liðunum, sum stríðast um seinasta Europa League plássið. Men eftir hetta kappingarárið skal EB/Streymur hava nýggjan venjara. Rúni váttar í kvøld, at hann sjálvur hevur tikið avgerð viðv. næsta kappingarárið.
– Eg havi ikki tosað við EB/Streym um næsta ár. Men sjálvur havi eg tikið avgerð um, at eg ikki verið venjari næsta ár. Og tað hevur einki við EB/Streym at gera, sigur Rúni Nolsøe við Norðlýsið í kvøld.
EB/Streymur liggur í løtuni á 4. plássið í Effodeildini. 3 stig eru aftur til NSÍ og 4 niður til KÍ.




