Veðrið hevur ikki verið so støðugt seinastu vikuna, sum tað var í næstan ein mánað. Men tað er tó støðugari, enn tað hevur verið við hvørt (ella ofta!) hesa árstíðina.
Vikan, sum nú kemur, fer at bjóða uppá mestsum allar ættir. Tað er váði at siga veðrið eina heila viku fram – óvissan gerst størri longri fram í tíðina, vit fara, og størri fyrivarni má tí takast. Men her verður tó ein roynd gjørd.
Veðrið fer at verða myndað av einum lágtýsti, sum í løtuni er yvir Grønlandsfjørðinum. Tað fer at flyta seg eystureftir ímóti Føroyum komandi nógvu dagarnir. Rundan um eitt slíkt lágtrýst melur vindurin ímóti klokkuni, og ættin í Føroyum fer tí at vera ymisk í næstu viku – alt eftir hvar lágtrýstið er statt, í mun til hvar Føroyar liggja.
Vindferðin fer eisini at vera eitt sindur ymisk – fyri tað allarmesta fer at vera ímillum 5 og 10 m/s – men í løtum eitt sindur meiri (týsdagin) og eitt sindur minni (fríggjadagin og sunnudagin)
Avfallið fer at koma og fara – onkrir dagar fara at bjóða upp á allan pakkan: regn, sirm, skýggj og sól.
Mánadagin: úr vestri niður í útsynning – 5 til 10 m/s – skýggjað við onkrum æli, men eisini sólglottar í støðum – hitin um 10 til 12 stig.
Týsdagin: úr útsynningi niður í sunnan – 8 til 12 m/s – men í aðrar mátar líkasum við mánadagin, t.e. skýggjað við onkrum æli, men eisini sólglottar ístøðum – hitin um 10 til 12 stig.
Mikudagin: úr suðuri til landsynning – 5 til 10 m/s – skýggjað við ælingum – hitin um 10 til 12 stig.
Hósdagin: landsynningur – 5 til 10 m/s – skýggjað við ælingum – hitin um 10 til 12 stig.
Fríggjadagin: úr landsynningi upp í landnyrðing, seinni norðan og útnyrðingur – 3 til 8 m/s – skiftandi skýloft – hitin um 8 til 10 stig.
Leygardagin: útnyrðingur og útnyrðingur-norðan – 5 til 10 m/s – skiftandi skýloft, sólglottar har sum ættin er góð – hitin um 8 til 10 stig
Sunnudagin: landnyðringur – 2 til 6 m/s – loftið líka skiftandi sum leygardagin – hitin um 8 til 10 stig.




