Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rúsan letur aftur í Klaksvík

Jóhann Lützen

Vit finna ongi nøktandi hølir til okkara tørv og tískil hava vit valt at niðurleggja deildina í Klaksvík, sigur Oddbjørg Højgaard stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins

 

Herfyri bórust tíðindini at Rúsan varð uppsøgd í hølunum á Sævargøtu 6. Síðani hava tey leitað eftir hølum, men havi ikki funnið nøktandi loysn.

– Vit hava brúk fyri rættuliga nógvum plássi og eisini nógvum parkeringsplássum og tað hevur víst seg at verða ógjørligt at finna tað í býnum, sigur Oddbjørg sum harmast støðuna.

Seinasti dagurin Rúsan hevur opið í Klaksvík er í dag, síðani vísa vit fyribils til deildina hjá okkum í Runavík, sigur Oddbjrøg Højgaard við Norðlýsið at enda. 

 

 

Harleywoodpaint