Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rúsdrekka og vit og skil

Danial Viðoy

Morgunfakta: Vit og skil verður ofta gloymt í fyllskapi. Vit hugsa ikki um avleiðingarnar.

Morgunfakta: Vit og skil verður ofta gloymt í fyllskapi. Vit hugsa ikki um avleiðingarnar.

Tá ið vit drekka rúsdrekka, fær tað partar í heilanum, sum m.a. syrgja fyri fornufti, morali og smædni, ikki loyvi til at stýra líka nógv, sum í edrúiligum standi.

Vit hugsa ikki í sama mun um avleiðingarnar av okkara gerðum, og vit kunnu seta vinarskap, familju, maka og fremmand í vanda.

Tad sigur Janne S. Tolstrup, sum er humanbiologur og professari á “Center for Alkoholforskning på Syddansk Universitet.”

Um onkur t.d. av misgávum skúgvar til okkum á eini barr, vildu vit í edrúiligum standi ikki enda í heitum kegli, tí vit meta, at tað hevði fingið avleiðingar, sigur hon

Grundleggjandi kenslur gerast sterkari

Í fullum standi er okkara “avleiðingar-mátari” doyvdur, og tískil fær tann primitivi parturin av heilanum, reptilheilin, í størri mun loyvi at seta ásetingarnar, og okkara reptilheili hugsar ikki um avleiðingar, fornuft, moral og smædni.

Harafturímóti fáa grundleggjandi kenslur sum vreiði, kærleiki og hugur/girnd meira rásarúm, tá ið vit gerast full. Eitt lítið skump undir síðuna kann onkuntíð lættliga enda í einum bardaga, sigur Janne S. Tolstrup.

Persónsmenskan spælir eisini inn

Tað eru ikki vit øll, sum gerast óð í kenningini. Vit kunnu eisini gerast kedd ella glað. Hvussu vit ávirkast, tá ið vit hava ov mikið av rúsdrekka innanborða, hongur saman við okkara persónsmensku og um, hvussu okkara grundleggjandi hýrur er.

Um mann er ein glaður persónur, fer rúsdrekka eftir øllum at døma ikki at gera viðkomandi óðan. Men er mann vreiður frammanundan, ella roynir mann at goyma sína vreiði, kann hendan vreiðin gera seg til kennar í fyllskapi, sigur hon og leggur afturat, at sjálvandi eru undantøk.

Janne S. Tolstrup sigur annars, at menn oftari gerast vreiðir og stríðshugaðir, tá ið teir gerast fullir, ímeðan kvinnur oftari gerast keddar. Og so gerast vit oftari vreið og kedd, tá ið vit drekka nógv rúsdrekka, í mun til at eitt lítið sindur av rúsdrekka ávirkar okkara lag jaliga.

Kelda: samvirke.dk