Hetta var boðskapurin, táBjarni Kárason Petersenúr Framsókn prikaði hol á kjakið um rúsevni. Ongin í løgtinginum lurtaði eftir, hvat bleiv sagt. Og ongin var áhugaður í at tosa við mannin. Mín spurningur er hví?
Lat okkum byrja við byrjanini. Tað var USA, sum byrjaði ”war on drugs” politikkin, har mann við harðari revsing skuldi gera enda á rúsevnum. Hetta er sama modellið, sum vit brúka í Føroyum.
Samanborið við onnur lond, so hevur USA eina ta harðastu revsingina og lutfallsliga nógv flest fangar. Men hóast harðast revsing og flest fangar, so hevur USA eisini flest marihuana og kokain misnýtarar.
Óansæð, hvussu tú snarar og vendir tí, so merkir hetta, at ”war on drugs” politikkurin ikki virkar tálmandi, tá avleiðingin er: Økt tal av fangum OG økt tal av rúsevnismisnýtarum.
Skeivt fokus
Í Føroyum hava vit valt cannabis (hash sambært fo miðlum) sum høvuðssyndara. Men eg tori at pástanda, at øll rúsevnisnýtsla er eitt symptom. Veruligi trupulleikin eru mannalagnur, sum ikki verða loftaðar nóg tíðliga av samfelagnum.
Í Føroyum ”loysa” vit trupulleikan við at blaka fólk í brummuna. Úrslitið er, at fangarnir fáa eyka trupult við at fáa arbeiði, tá teir koma útaftur, tí teir ikki hava eina reina straffattest. Sum eitt lítið bonus fáa fangarnir eisini eitt intensivt skeið í at smugla, stjæla, selja o.a., tá teir sita í brummuni. Mann kemur eisini at kenna enn fleiri, sum eru í einum ”keðiligum umhvørvi”. Og fyri at gera ironi’ina kompletta, so er tað ríkiligt av rúsevnum í fongslinum.
Heilt stutt: Vit oyðileggja mannalagnur enn meir, tá vit tveita fólk í geglið. Vit gera ikki borgarar til betri fólk, men til betri kriminell.
Lóglig rúsevni
Hyggja vit at okkara fyrimynd, so er USA komið so langt út at skíta, at mann ikki hevur pláss fyri fangunum meir. Fangar eru eisini blivnir til business. Privat fongsul poppa upp í heilum, har endamálið er at tjena pengar upp á fangar. Og so eru fangar eisini deiliga bílig arbeiðskraft, so mann brúkar teir eisini sum eitt slag av lógligum trælum. Um tað er hetta, sum vit stremba eftir í Føroyum, so eru vit á rættari kós, men meina vit tað seriøst, tá vit tosa um at tálma rúsevnisnýtslu, so eru tey lógligu rúsevnini nógv meira áhugaverd og relevant.
Hyggja vit aftur at fyrimyndini, so doyggja fólk hvønn 19 minutt av yvirdosis í USA. Og her tosa vit um lógligan ”heilivág”. Hetta merkir víðari, at tað doyggja fleiri fólk av lógligum heilivági í USA enn av bæði kokain og heroin samanlagt.
Tann lógligi heilivágsídnaðurin er bygdur á eina rættiliga geniala skipan. Tekur tú t.d. heilivág fyri at lækka kolostoroltalið, er ein vanlig fylgja, at mannfólk verða impotent. Jamen, so fært tú bara viagra á vegnum. Nú ert tú knappliga bundin av tveimum heilivágum, har pengarnir enda í lummanum á lógligum pusharum.
Sama mynstrið ger seg galdandi fyri Ritalin (heilivágur á læknamáli. Rúsevni á gøtuni), har ein vanlig fylgja er, at er torført at sovna. Her fært tú so møguleikan at kombinera Ritalin við sovimedisin. Also dupult bundin. Og Ritalin er meir vanadannandi enn cannabis og verður bólkað saman við morfin og kokain, tá talan er um euforiserandi evnir.
Og nei, tað er ikki bara í USA, at hetta gongur fyri seg. Sambært tølum, sum 420 Hampafólk hava fingið útflýggjað frá Landsapotekaranum, so hava vit omanfyri 2000 lógligar morfin narkomanar í Føroyum!
Lurtið eftir manninum
Eg sigi ikki, at maðurin í Framsókn hevur rætt, men vit mugu blíva samd um, at lógarverkið ikki samsvarar við ta vitanina, vit hava um rúsevni og heilivág. Vit eru vælvitandi um dupultmoralin, har vit fylla børn við eitrandi sukri og landið tjenar feitt upp á sigarettir og alkohol, sum m.a. elva til sukursjúku, krabba og deyða. Vit verða noydd at hyggja í speglið og fáa skil upp á óskilið. Tað er ikki cannabis, sum er tað stóra problemið. Og loysnin er ikki at tveita øll í brummuna.
Ein kanning, sum var gjørd av National Association of Chiefs of Police vísti, at sjálvt 82% av løgregluovastum mettu, at the war on drugs skipanin ikki tálmaði rúsevnismisnýtslu. Tað er sostatt hjá politikarunum, at bólturin liggur, tí hagtølini fyri fangar, vanligar borgarar og løgregluna tosa fyri seg.
Hóast tað er eitt eldfimt evni – og argumentið talar beint móti sunnari fornuft, og alt tað vit eru von við at hoyra – so hevur Portugal helst besta boðið upp á eina loysn… og nú sleppa tit sjálvi at googla eina løtu.




