Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rúsfríur dansur í klubbanum fyri tey ungu

Oliver Joensen

Klaksvíkar Klubbi hevur avgjørt, sum eina roynd, at fara undir at skipa fyri dansi fyri ung heilt niður í 14 ár.

Tað eru teir báðir Karl Martin Samuelsen og Jan Gardar frá Klaksvíkar Klubba, sum standa fyri hesum projektinum.
Karl Martin Samuelsen sigur við Norðlýsið, at Klubbin hevur arbeitt við hesum í mong ár.
Vit trúgva uppá, at gevur tú ungdóminum góðar karmar, so verður hetta eisini virðismett og ætlanin er at dansurin í klubbanum skal vera á einum høgum støði.

Snotulig hølir
Ikki kann sigast annað enn at hølini, sum klubbin nú fer at bjóða teim ungu, eru á sera høgum støði.
Í fjør vóru stórar umvælingar gjørdar í Klubbanum, soleiðis at standardurin er á einum høgum støði.
Tá vit spyrja Karl Martin Samuelsen, um hann ikki er bangin fyri at snotuligu leðurmøblarnir og hápoleraðu borðini ikki fara at fáa av at vita tá Klubbin nú letur upp fyri dansi fyri tey ungu, sigur hann, at hetta skal standa sína roynd.
Eg havi ongantíð verið ein av teimum, ið ikki hevur trú uppá ungdómin og at ungdómurin ikki dugir at virðismeta tað at ein gevur teimum umstøður og vísir teimum álit.
Vit fara at royndarkoyra hetta projektið nú, og eg ivist onga løtu í at hetta fer at bera til.
Tað verður ikki skonkt í Klubbanum meðan dansurin er og heldur ikki verður loyvt at koma inn ávirkaður av rúsevni..

Byrja við
einum braki
Ætlanin hjá okkum er, at hetta skal gerast eitt hugnakvøld hjá ungdóminum, soleiðis at tey, ið hava hug at hugna sær við góðum tónleiki og góðum dansi, skulu fáa eitt gott kvøld.
Latið verður upp fyri dansinum kl. 22 fríggjakvøldið, t.e. í kvøld og hildið verður á til kl. 04.00.
Í kvøld verður byrjað við einum braki. Umstøðurnar í Klubbanum eru sera góðar og her eru eisini góðir møguleikar hjá tónleikabólkum at upptraðka.
Til dansin í kvøld hava vit fingið nýggja stjørnuskotið á føroyska popptónleikahimmalinum at leggja fyri og tað eru teir nú so nógv umtalaðu Mind’s Eye, ið fara á pallin.
Kvøldið verður annars skipað sum diskotek við góðum plátuvendara.

Barrin stongd
Hóast barrin er stongd til dansin, so verður ymiskt at fáa til keyps meðan dansurin er, soleiðis at tey ungu kunnu hugna sær við onkrum rúsfríum leskidrykkjum og onkrum afturvið.
Tað er Jan Gardar, ið hevur drúgvar royndir við fyrireikingum og leiðslu av dansi, sum er dagligur leiðari fyri hesum tiltakinum og harafturat er ætlanin at hava neyvt eftirlit við dansinum og at væl verður farið um hølini.
Sum sagt, so er hetta ein roynd í fyrsta umfari frá okkara síðu. Men sjálvur trúgvi eg uppá at ungdómurin dugir sær hógv, soleiðis at hetta verður ein nýggj byrjan til dans í Klaksvík undir nýggjum umstøðum á hægri støði enn vit hava sæð higartil, sigur Karl Martin Samuelsen at enda í viðtalu við Norðlýsið.

Harleywoodpaint