Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Russar eru sera trekir at samskifta við

John William Joensen

– Vit skilja ikki hvussu teir kunnu halda einum føryskum skipið aftur á hendan hátt, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum

Áðrenn Skálaberg byrjaði at fiska av kvotuni hjá Sundabergi í Barentshavinum fór eitt faks úr fiskimálaráðnum til russiskar myndugleikar. Men tveir mánaðar undan at faksið var sent ferð persónurin sum skal móttaka faksi úr starvi og tí fáa Russisku myndugleikarnir ongantíð at vita at Skálaberg nú fiskar av kvotuni hjá Sundabergi.

– Vit vita enn einki at siga um nær Skálaberg sleppur úr Murmansk. Russisku myndugleikarnir eru sera tungir at samskifta við og tí royna vit at samskifta á nógvum frontum, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard.

– Vit kenna enn einki til hvat eitt møguligt sektaruppskot verður, tí enn hava russar einki sagt um hendan spurningin.

– Eg kenni einki til at Russar hava kravt trygd fyri skip og mannin, men eg kann siga so mikið at vit hava kjakast um hvørjar møguleikar vit hava at veita eitt tílíkt veðhald. Men vit kunnu neyvan veita veðhald áðrenn ein kennur sektaruppskotið.

– Tað vildi tó verið nátúrligt at tað var reiðarríði, sum veitti veðhaldið og tað eru teir eisini sinnaðir til.

– JFK arbeiðir gjøgnum løgfrøðingar í Murmansk. Vit hava brúkt kanalir gjøgnum donsku uttanríkistænastuna og ambasaduna í Moskva og harafturat hevur Norski konsulin í Murmansk verið inni í myndini.

– Ein russisk samráðingarnevnd var í Føroyum í vikuni og vit royndu eisini at leggja trýst á teir, men teir siga at skott eru ímillum ymisku myndugleikarnar í Russlandi.

Jacob Vestergaard sigur at teir kanna eisini hví fráboðanin úr føroyum ongantíð kom til russiskar myndugleikar so at slíkt ikki hendir aftur í framtíðini.

– Tá man samskiftir millum lond er umráðandi at ein samskiftir rætt og hinvegin, so hava Russar ongantíð áður hongt seg í slík smáting sum teir gera í hesum málinum.