– Vit hava fingið at vita frá myndugleikunum at nú skal ganga skjótt – men enn bíðja vit eftir sektaruppskotinum, so tað er ilt at meta um hvat “skjótt” merkir á russiskum, sigur Poul Jacob Erikstrup, Statskonsulent á donsku ambasaduni í Moskva
Tað eru nógvir leikarar inni í myndini fyri at fáa Skálaberg leysgivnan m.a. arbeiða sakførarar fyri JFK – Trol í Murmansk. Føroysku myndugleikarnir trýsta gjøgnum danska uttanríkisráði og í Russlandi er tað danska ambasadan í Moskva sum eisini hevur ein leiklut.
Í morgun fingu vit fatur á málviðgerðanum, Poul Jacob Erikstrup, statskonsulent, sum arbeiður við Skálaberg málinum.
– Vit hava í løtuni tað uppfatan at tað gongur framá. Russisku myndugleikarnir hava boða frá at nú skuldi tað farið at gingið skjótt og vit vænta eitt sektaruppskot einaferð í dag.
– Men enn hava vit so einki hoyrt og so er spurningurin hvussu russisku myndugleikarnir uppfata orði "skjótt".
– Málið um hvørt Skálaberg hevur fiskað ólógliga ella ikki er sum so ikki nakað, sum viðkemur okkum tí tað liggur hjá einum russiskum dómstóli og sambært altjóð rættarreglum blanda vit okkum ikki uppí tann partin.
– Í Murmansk hava vit samstarv við norska konsulatið um brúk er fyri fólki á staðnum, men sum skilst so hevur ikki verið brúk fyri teimum enn.
Red: Hvønn myndugleika í Føroyum samskifta tit við?
– Vit samskifta við Føroyska Fiskimálaráði.
Red: Hava tit hoyrt nakað frá føroyska Uttanríkisráðnum?
– Nei – vit hava onga kontakt havt við føroyska uttanríkisráði.




