Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Russarar leita eftir fabriksskipum

Oliver Joensen

 Skipsmeklarar hava verið í Føroyum við møguligum russiskum keyparum at hyggja eftir føroyskum fabriksskipum til uppisjóvarfisk.

Seinast vóru teir umborð á Norðborg í Vági í vikuni, men reiðaríið hevur ongar ætlanir um at selja skipið. Jan Petersen, stjóri á Hvalnes sigur, at fólk alla tíðina ganga her og hyggja at skipunum hjá okkum, beint nú eru teir umborð á Christian í Grótinum. Hetta kemst av, at onkur feløg í Ruslandi halda seg hava brúk fyri fabriksskipum til pelagisku vinnuna har í Beringshavinum og Norður Stillahavinum. Teir hava vanliga brúkt stór skip, ið hava landað til móðurskip, men nú er áhugin størri fyri at framleiða umborð.

Tað er ein orsøk til at meklarar koma hendanvegin við møguligum keyparum, og sjálvandi taka vit væl ímóti, men meira er ikki í tí, sigur Jan Petersen stjóri á Hvalnes.