Ein hugnaligur túrur hjá einum russiskum parið á Villingardalsfjalli í gjár mundi enda í svárastu neyð. Maðurin kom í óføri í tað, sum viðingar kalla Hvannagjógv. Konan rann oman í bygdina og fekk tíansbetur forklárað so mikið, at menn komu manninum til hjálpar.
Ein hugnaligur túrur hjá einum russiskum parið á Villingardalsfjalli í gjár mundi enda í svárastu neyð. Maðurin kom í óføri í tað, sum viðingar kalla Hvannagjógv. Konan rann oman í bygdina og fekk tíansbetur forklárað so mikið, at menn komu manninum til hjálpar.
Søgan er í tveimum bitum. Nakrir menn vóru farnir á fjall og verða uppringdir og upplýstir um neyðstadda russaran. Og so er annar parturin um russisku konuna, sum kemur til matstovuna hjá Elisabeth Nybo at kæra sína neyð.
Søgan hjá fjallmonnunum/bjargingarmonnunum
Fjallfólkið, sum skulu ørindi hinumegin, tað viðingar kalla yviri í millum Dranga, fara av Garði klokkan 17.45. Teir eru seks í talið. Fimm mans og ein genta.
– Ja, vit fara av Garði og byrja at ganga eins og vanligt er. Komnir niðan í Dal (tað er beint áðrenn røkurnar), verður tann eini uppringdur. Hann fortelur okkum, at ein russari er komin í óføri onkustaðni nær við okkum, fortelur Jens Christian Simonsen.
– Vit høvdu ilt við at trúgva honum í byrjanini, men skjótt sást á brøgdum at her var álvari. Vit hyggja so betri fyri okkum og skjótt síggja vit ein mann í berum yvirkroppi standa og veipa við eini appelsingulari troyggju ella skjúrtu eysturi í Hvannagjógv.
Fjallfólkið hevði nokkso nógv við sær av ymsum tilfarið, so tað fóru bert tveir eystur og upp í Hvannagjógv at hjálpa russaranum.
– Hesir báðir sleppa upp til russaran og fáa hjálpt honum á beint aftur og í trygga legu.
– Teir møta einum øðrum viðingi, sum hevði verið ein túr eftir havhestaungum. Hesin tekur sær av honum og hjálpir honum oman í Garð, har bjargingarliðið tók í móti honum.
Søgan hjá Elisabeth Nybo
– Eg fái eitt selskap inn upp á eini 14 fólk og í rúgvuni er ein russisk kona, sum eg ikki varnist beinanvegin. Eg haldi bara at hon er partur av hesum bólkinum, byrjar Elisabeth at greiða frá.
– Men nokkso skjótt fær hendan russiska konan fortalt mær og øðrum at hon er í dýrastu neyð.
– Vit báðar koma so á tal og hon fortelur fyri mær at maður hennara er í neyð uppi í fjøllunum. Eg havi eina loftmynd av Viðareiði, sum eg oftani brúki í sambandi við ferðafólk. Og tað er við hesum, at eg fái ánilsi av, hvat er á vási.
– Eg ringi til sonin Paula, sum er ein av teimum seks, ið er á fjalli. Hann sigur beinanvegin, at teir hava ikki tíð til at fara at leita eftir einum russara nú.
– Eisini koma vit báðar ásamt um at kunna alarmsentralin um hendingina. Bjargingarliðið á Viðareiði, sum er partur av samstarvinum við Norðoya Bjargingarfelag, tekur sær av hesum.
– Men lítla løtu seinni ringir Pauli aftur og sigur, at teir hava funnið hann og at hann og ein annar fara honum til hjálpar. – Tá ringir telefonin hjá russisku konuni eisini og maðurin fortelur at hann sær nakrar menn.
– Tá ið eg fortelju konuni at teir eru farnir at hjálpa manni hennara lætnar hon sjálvsagt um hjarta. Hon var fjalturstungin áðrenn nøkur hjálp var at hóma.
– Eg koyrdi hana niðan í Garð og glað var hon, tá ið hon sá mann sín aftur.
Viðingar eru knappir í vendingini. Rókin í gjónni, har russarin kom í óføri, eitur nú “Russararók”.
Myndir:
Myndirnar eigur Marner Sivertsen.




