Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Russari og HB leikari royndarvenja við Skála

Jákup Ósá

Skála arbeiðir við at styrkja um hópin. Tveir leikarar royndu seg í dysti mánakvøldið.

Til venjingardystin í Fuglafirði mánakvøldi hevði Skála tveir nýggjar leikarar við, sum í løtuni royndarvenja. Mark Ryutin er málverji úr Russlandi, meðan 19 ára gamli Rói av Fløtum er ungur uppruna HB leikari, sum seinastu árini fyri tað mesta hevur leikt við næstbesta liðinum hjá HB.


Skála vann móti ÍF

Skála vann venjingardystin í Fuglafirði. Úrslitið gjørdist 4-2. Fyrrverandi ÍF leikarin Jákup Johansen skoraði tvær ferðir, meðan Pætur Dam Jacobsen og Brian jacobsen skoraðu hvør sítt. Hjá ÍF skoraði nýggi leikarin Allan Hansen bæði málini.

Uppstilling hjá ÍF:Hallgrím Hansen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Allan Hansen, Levi Jøkladal – Karl Løkin, Bogi R. Petersen, Fritleif í Lambanum – Ari Ellingsgaard, Dánjal á Lakjuni, Kristoffur Jakobsen.

Uppstilling hjá Skála: Mark Ryutin – Markus Olsen – Teitur Joensen – Jákup Jacobsen – Rói Av Fløtum – Pætur Dam Jacobsen – Edvin Jacobsen – Ólavur Mikkelsen – Hendrik Á Fríðriksmørk – Holgar Durhuus – Jákup Johansen.