Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Russisk skip hava landað makrel í norskum havnum

Jóhann Lützen

Vertíðin at veiða makrel í altjóða sjógvi norðanfyri byrjar vanliga í juli mánaða og heldur fram nakað út á heystið. Russisk skip hava aftur í ár verið virkin at veiða makrel í hesum øki, og tey kunnu framhaldandi landa makrel í norskum havnum, hóast hesi lond onga avtalu hava um hetta fiskaslag.

 

Russland og Noreg hava onga avtalu um makrel. Kortini kunnu russisk skip landa makrel í norskum havnum. Hetta sæst, nú makrelvertíðin í altjóða sjógvi er av á hesum sinni. Russisk skip hava eina drúgva siðvenju at fiska í altjóða sjógvi kring heimin, og hetta sæst eisini aftur í teirra virksemi norðanfyri í summar.

Til dømis hava skipini Kapitan Geraschenko og Zvezda Murmana bæði landað makrel fleiri ferðir í Bátsfjørðinum í Noregi í summar. Annars hava fleiri russisk skip frystilast og kunnu tí landa til móðurskip, men norskar havnir eru eisini ein møguleiki. 

Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Russland skal nú endurnýggjast fyri 2025. Avtalan hevur við sær, at føroysk skip kunnu veiða tosk og annan botnfisk í russiskum sjógvi, meðan russisk skip kunnu veiða uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi.

Tó er virksemið hjá russkiskum skipum í føroyskum havnum nógv avmarkað. Reglurnar eru, at russisk skip bert kunnu nýta føroyskar havnir til virksemi, ið er knýtt at fiskiveiðiavtaluni millum londini. Hetta hevur avmarkað virksemið í føroyskum havnum nógv.

Tó er øðrvísi í Noregi. Har kunnu russisk skip nýta norskar havnir, hóast eingin avtala er millum londini um tað fiskaslagið, sum verður landað. Hetta sæst í fiskiskapinum eftir makreli, har russisk fiskiskip eisini kunnu nýta tær stóru fiskivinnuhavnirnar í Noregi til virksemið, sum ikki er knýtt at nakrari avtalu.

Umframt makrel hava russisk skip sum vant landað stórar nøgdir av toski og øðrum botnfiski í norskum havnum í ár, har londini hava eina avtalu um umsiting av fiskastovnunum.

Kelda og fleiri hagtøl: https://www.nrk.no/tromsogfinnmark/faerre-russiske-fiskefartoy-og-mindre-russisk-fisk-i-fjor-enn-i-2022-1.16783328#