Útflutningur av pelagiskum fiskasløgum og alifiski til Russlands er nógv vaksin seinastu árini, men sølan til russisk skip er eisini vaksandi.
Útflutningur av pelagiskum fiskasløgum og alifiski til Russlands er nógv vaksin seinastu árini, men sølan til russisk skip er eisini vaksandi.
Í 2013 hevði samlaði útflutningurin til Russland eitt virði uppá kr. 700 mió., og útflutningurin ti Ukraina var næstan 50 mió. kr.
Stórsti parturin av útflutninginum til Russland var alifiskur og pelagisk fiskasløg, men eisini handilin við øðrum vørum, sum eru tænastur sum russisk skip keypa í Føroyum vaks eisini úr 53 mió. kr í 2012 upp í 83 mió. kr. í 2013.
Í dag landa tveir russiskir trolarar svartkjaft til eitt russiskt farmaskip.
Tað er Faroe Agency sum umboðar russisku reiðarríðini í Føroyum og teir siga at umstøðurnar á Skálafjørinum, Klaksvík og serliga í Norðhavnini eru sera góðar til størri skip.
Sí annars hagtøl um samhandil millum Føroyar, Russland og Ukraina her.




