Nú danir senda vápn til Ukraina, eiga russar at veita føroysku sjálvstýrisrørsluni fíggjarligan, fyriskipanarligan og diplomatiskan stuðul, sigur Henry Sardaryan við russiskar miðlar
Hetta veit danski miðilin tv2.dk at siga í dag.
Henry Sardaryan er russiskur ST sendimaður og hann heldur, at tað skal hava avleiðingar at danir senda vápn til Ukraina. Ítøkiliga skal Rusland hjálpa føroysku sjálvstýrisrørsluni ímóti dønum, skrivar tv2.dk.



