Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rutina: Tekur 24 tímar at seta Stóra Pall upp

Jákup Ósá

Einki sæst til Stóra Pall á Summar Festivalinum enn.

Men tað merkir ikki, at panikkur er í, hóast vit hava mikudag í morgin. Tá vit hittu menn frá Ljóð-Tøkni, sum seta ljóð og ljós útgerðina upp, í dag søgdu teir, at 24 tímar vóru til at seta Stóra Pall upp í og tað var eingin trupulleiki at klára. Útgerðin til nógv av Stóra Palli kemur ikki til landið fyrr enn mikumorgunin. Hetta er menn við royndum at seta pallin upp og tí koyrir hetta arbeiðið rættuliga skjótt, tá tað fyrst byrjar, sum verður mikumorgunin, um alt gongur sum tað skal.

Tískil er eingin orsøk hjá nøkrum at stúra, hóast einki hevur verið at sæð til Stóra Pall enn.

Harleyfacadeacryl