Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rutinan endurvann Bylgju Cup

Tíðindaskriv

 Tað bleiv sama lið, sum 2. árið á rað vann innandurakappingina Bylgju Cup hjá teimum vaksnu.

Í finaluni møtti Rutinan, sum vinnararnir kalla sítt lið, ÍF og tá endaði dysturin við 1-1 javnleiki. Síðani var farið til eyka dyst, har fyrst skorandi liðið vann dystin. Og tá var tað, at Rutinan avgjørdi. Nummar 3 gjørdist eitt lið, ið kallaði seg Forbrydarnir 2, meðan KÍ 3.deild B endaði á 4. plássi. Tilsamans luttóku 20 lið og tað hevur eisini verið umleið talið á liðum seinastu árini. Sum heild var kappingin væleydnað og væl dømd av dómaranum Petur Hans Joensen, so nærum eingin ónøgd var um reglar og døming, sum liðini og dómarin skulu eiga rós fyri.

Á vinnandi liðinum leiktu Hjalgrím Elttør, Ove Nysted, Atli Danielsen og Erling Fles. Vinningurin var gávukort á 1000 kr. frá Hereford umframt 400 kr. gávukort. Nummar 2 fekk gávukort á 500 kr. frá FK, meðan nr. 3 fekk gávukort á 500 kr. frá Club 700.