Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rýmdi Glenn ella var hann koyrdur?

Jóhann Lützen

Norðlýsið hevur tosað við fólk, sum eru tætt við orrustuna

Í gjár frættist í tíðindaskrivi frá NSÍ at samstarvi millum felagið og høvuðsvenjaran Glenn Ståhl var enda. Hetta kom óvart á mong í føroyska fótbóltsumhvørvinum. 

Norðlýsið veit frá góðum keldum, at partarnir skiltust tí teir vóru ósamdir um hvussu NSÍ skuldi rekast í framtíðini. Sambært keldum okkara vildi høvuðsvenjarin Glenn Ståhl hava eitt meira professionelt set-up bæði á og uttanfyri leikvøllin. Eisini ynskti Glenn Ståhl fleiri nýggjar leikarar til komandi kappingarár. Sum skilst vildi leiðslan í felagnum ikki ganga hesum á møti. 

Harumframt skilst, at tað hava verið onnur viðurskifti, ið hava skunda undir skilnaðin millum partnarnar. 

Jens Martin Knudsen og Poul Helgi Jacobsen taka yvir sum venjarar.