Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sæðingur skrásettur og ringmerktur

Føroya Náttúrugripasavn – www.ngs.fo

15. marts 201310. mars bleiv ein sæðingur fangaður við Hoyvíkstjørn. Hann bleiv ringmerktur, mátaður, kannaður fyri lús og síðani sleptur aftur.Tann 26. februar avmyndaði Christian Michael Mortensen ein sæðing við Hoyvíkstjørn, og tað var níggjunda skráseting í Føroyum. Sæðingur (Larus delawarensis) er ein norðuramerikanskur másafuglur, ið minnir mest um ein skatumása.


Eingin sæðingur er nakrantíð ringmerktur í Føroyum, og tí varð avgjørt at fanga og ringmerkja henda sjáldsama fugl. Ringmerkingar aðrastaðni hava víst, at ein sæðingur, ið hevur verið í vetrarvist í Evropa kann venda aftur ár um ár.Tað eydnaðist at fanga sæðingin og Jens-Kjeld Jensen vildi tí eisini kanna hann fyri lús. Tað var ikki heilt eiðasørt. Hann hevði høvuðlúsina Saemundssonia lariog kropslúsina Austromenopon transversum. Eisini hevði hann amerikanska undirslagið av lúsini Quadraceps punctatus,nevniligasublingulatus. Væntandi er hetta ein tann fyrsta skráseting av hesum undirslagið í Evropa.Støddin á veingjunum bendir á, at hetta er ein steggi. Hann vigaði 480 g og tað er í lægra endanum.

Føroya Náttúrugripasavn