Í dag avreiddi Karlamagnus 6000 pund av stórum upsa til Kósavirkið. Magnus Johansen, skipari sigur, at nú sær betur út fyri upsanum norðanfyri, eg haldi eg kann siga at upsin er komin inn ímóti kantinum nú.
Vit hava roynt ein dag og fingu 6000 pund av góðu upsa og tað er betur enn tað hevur verið leingi. Onkur annar hevur eisini fingið væl av upsa norðanfyri, so tað sær út til at vend er við at koma í.




