– Vantandi fara umvælingarnar at taka einar fýra vikur, sigur Eyðun Rasmussen, stjóri í P/F Christian í Grótinum
Partrolararnri Safir og Smaragd eru í løtuni til umvalingar á Klaksvíkar Sleipistøð.
– Klaksvíkar Sleipistøð og aðrir standa fyri umvalingarbeiðinum, sum vantandi fer at taka fýra vikur.
– Síðani fara skipini aftur til fiskiskap og tað verða somu skiparar sum koma at føra skipini, sigur Eyðun Rasmussen.
P/F Christian í Grótinum keypti fýra trolarar frá Føroya Banka men sambart stjóranum í P/F Christian í Grótinum verður tað bara Safir og Smaragd sum fara aftur til fiskiskap. Ætlanin er at trolararnir skullu landa á Kósini.




