Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sakførarin hjá býráðnum svarar Sigmundi Poulsen

John William Joensen

Í sambandi við nógv umrødda byggimálið á matr.nr. 1284 við Garðavegin hevur Jógvan Páll Lassen, sakførari hjá býráðnum, svarað Sigmundi Poulsen, sakførara hjá Abrahami Mikladal

Viðv.: Bygging á matr. nr. 1284 Klaksvík.

Klaksvíkar kommuna hevur handað mær telefax títt frá 1.11.2004, har tú vegna Abraham Mikladal vendir tær til býráðið í sambandi við byggimál á matr. nr. 1284 Klaksvík.
Fyrst undrast undirritaði yvir hvat Abraham Mikladal hevur við hetta mál at gera, vísandi til, at Abraham Mikladal – so vítt undirritaði dugir at síggja – ikki er partur í hesum máli yvirhøvur, og kemst hetta av, at undirritaði hevur merkt sær, at tað nærmasta, sum Abraham Mikladal kemur hesum máli, er at hann er stjóri í einum felag – Sp/f CRE8 – ið stendur sum eigari av matr. nr. 1353 Klaksvík, sum liggur omanfyri vegin yvir av matr. nr. 1284.
Sambært roknskapinum hjá nevnda felag, er tað Barbara Biskupstøð, sum er einasti eigari av partapeningi við meira enn 5% og er endamálið hjá nevnda felag at reka reklamu-, kunningar- og útgávuvirksemi og annað virksemi í hesum sambandi.
Hetta merkir, at felagið neyvan, sambært viðtøkunum, hevur rætt til at eiga fasta ogn ella reka útleiguvirksemi, og um so er, at nevnda virksemi verður rikið frá ognini matr. nr. 1353, er ivaleyst talan um virksemi, sum er í stríð við byggisamtyktina hjá Klaksvíkar kommunu, vísandi til, at talan er um sethúsaøki, t.v.s. hús hjá fólki at búgva í.
Okkurt av hesum hongur í hvussu so er ikki saman í hesum máli.
Tá tú síðani nevnir, at Abraham Mikladal hevur biðið teg verið honum og øðrum til hjálpar, so fer undirritaði at biðja teg upplýsa um hvørjir tínir klientar eru, tá ið trupult er at fyrihalda seg til faktisk viðurskiftir og metingar á staðnum í hesum máli, uttan at vita hvørjir partarnir eru.
Um so er, at Abraham Mikladal røkjur egin áhugamál, dugi eg ikki at síggja, at hann hevur nakran rættarligan áhuga í hesum máli yvirhøvur, men um so er, at hann umboðar Sp/ CRE8, so dugi eg heldur ikki at síggja, at hetta felag, sum sambært endamálinum ikki hevur loyvi til at eiga fasta ogn, og sambært byggisamtyktini ikki kann reka virksemi frá nevndu ogn, yvirhøvur kann hava nakað rættarligt áhugamál, vísandi til, at møgulig bygging á matr. nr. 1284 neyvan á nakran hátt kann stríða ímóti endamálsorðingini hjá eigaranum um at reka, reklamu-, kunningar- og útgávuvirksemi.
Hvat málinum um bygging á matr. nr. 1284 viðvíkur, so kemur Innlendismálaráðið sum kæru- og eftirlitsmyndugleiki til, at einki er í vegin fyri, at bygging kann fara fram á hesum øki, og at einki er í vegin fyri, at tvíhús kunnu verða bygd á nevnda øki, um eigarin heldur seg innanfyri tey mørkvirðir viðvíkjandi stødd v.m., sum ásett eru sambært byggisamtyktini, og er Innlendismálaráðið eisini samt við kommununi í, at byggisamtyktin fyri Klaksvíkar kommunu gevur loyvi til at sethús og tvíhús kunnu byggjast har.
Hetta merkir eisini, at sethús kunnu byggjast á grannastykkinum matr. nr. 1282, sum sambært byggisamtyktini hjá kommununi, eisini er útlagt til sethúsaøki.
Viðvíkjandi byggiloyvinum til Hildibrand Andreasen, so er eingin ivi um, at sambært avgerðini hjá Innlendismálaráðnum, so er tað byggiloyvið ógyldað, men hóast hetta, so hevði hann frammanundan fingið eitt byggiloyvi og innrættað seg eftir tí, og farin í gongd við byggingini, og tá so er, hevur kommunan eina treytaleysa skyldu til at avmarka eitthvørt tap, sum staðist hevur av hesum mistaki, og innanfyri sínu lógligu karmar skyldu til at gera alt fyri, at borgarin og kommunan ikki verða fyri óneyðugum tapi.
Hetta hevur havt við sær, at kommunan hevur keypt grannastykkið hjá Hildibrandi, og fyri sama fermeturprís, latið honum part av matr. nr. 1282 at leggja saman við matr. nr. 1284, soleiðis at treytirnar um stødd v.m. í byggisamtyktini, verða uppfyltar.
Samstundis hevur kommunan tikið avgerð um, at restin av matr.nr. 1282, sum annars er byggilendi, ikki verður nýtt til bygging, men ístaðin nýtt til parkeringsøki, og hevur kommunan á henda hátt avmarkað sítt tap, og borgarin, sum hevði innrættað seg eftir givnum loyvum, kann søkja av nýggjum um nýtt byggiloyvi.
Vísandi til, at øki matr.nr. 1284 er lagt út til sethúsabygging, so kunnu grannarnir har um vegir ikki seta seg ímóti at bygt verður á lendinum. Eigarin hevur eitt treytaleyst rættarkrav um at fáa byggiloyvi, sambært byggisamtyktini.
Viðvíkjandi hóttan tíni um krav um endurgjald mótvegis kommununi, so vil hetta krav púra verða avvíst frá kommununi, vísandi til, at lendi, sum bygt verður á, er útlagt til byggilendi, eins og undirritaði hevur rættiliga trupult við at ímynda mær, at eitt felag – um hetta nú er tín klientur – hvørs endamál er at reka reklamu-, kunngerðar- og útgávuvirksemi, yvirhøvur kann vera fyri nøkrum tapi, óansæð hvussu bygt verður á matr. nr. 1284, og slettis ikki um so verður, at bygt verður, sambært byggisamtyktini, vísandi til at eigarin av matr. nr. 1284 hevur eitt treytaleyst rættskrav um at fáa byggiloyvi.

Virðingermest
Jógvan P. Lassen, advokatur