Um minni enn eitt ár skullu vit velja nýtt býráð og tí ferð orðaskiftið um býráðspolitisk viðurskiftið at fylla meira og meira í fjølmiðlunum.
LEIÐARIN
Ávísir býráðspolitkarar hava frá tí til aðrar verið frammi í fjølmiðlum og sagt sína hugsan um ymisk viðurskifti og tað skullu teir hava rós fyri.
Men generelt halda vit at borgarar frætta ov lítið frá býráðslimum og nú vit eru farin inn í eitt valár er gott høvið at brúka miðlarnar sum amboð at greiða frá hvat arbeitt hevur verið við og hvørjar ætlanir eru.
Í seinastuni hevur verið nakað av skriving um viðurskifti í býráðssamgonuni í Klaksvík og uttan at taka støðu fyri og ímóti, so má tað samanumtikið verða gagnligt at býráðspolitikarar markera seg alment.
Hinvegin so er umráðandi at kritikkurin er sakligur, tí Klaksvíkar Kommuna er ein stór umsiting, sum saman við kommunalum stovnum veitir eina breiða viftu av tænastum til borgarar í kommununi.
Tað eru økir sum virka minni væl og okkurt, sum als ikki virkar nøktandi, men tað eru eisini fleiri sólkskinssøgur og fyri tey fólk, sum dagliga starvast í umsitingini ella á kommunalu stovnunum, er tað ørkimlandi, tá alt verður koyrt í eina grítu og skori yvir ein kamb.
Tí er umráðandi at orðaskiftið er sakligt og málrættað, so vit viðgera tey mál, sum ætlanin er at fremja ella betra.
Tað standa stórar avbjóðingar fyri framman og nógv mál liggja og bíðja eftir at vera loyst úr lagdi – so har er nóg mikið at fara í holt við og tí er eingin orðsøk til at halda seg aftur.
Ábyrgdin fyri at hava vælvirkandi stovnar og kommunala umsiting liggur eina og áleina hjá politisku skipanini og tí eigur kritikkurin og orðaskiftið at vera hildið á einum politiskum støði.
Eitt sum ikki hevur verið nógv frammi í orðaskiftinum er um politiska skipanin við 11 býráðslimum virkar nøktandi.
Tað er bara borgarstjórin sum er fulltíðar politikari og burtur av arbeiðir við kommunalum spurningum – restin av býráðslimum fáa samsýningar fyri at møta á fundum, sum ofta passa illla saman við borgarliga arbeiði hjá einstøku býráðslimunum.
Tað kundi verið áhugavert at skift orð um politiski parturin kommunalu skipanin er nógv sterkur til tær avbjóðingar sum kommunur standa yvir fyri.
Spurningurin er um tað er nøktandandi at 11 fólk verða vald til at stjørna kommununi í frítíðini – og um tíðin ikki er búgvin til at brúka meira pening og orku til at styrkja politisku skipanina.
NORÐLÝSIÐ




