Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sálarheilsa og sálarsjúka

Tíðindaskriv

Tann triði av 5 fyrilestrum í røðini, verður nú 26.jan. 2016

Tann triði av 5 fyrilestrum í røðini, verður nú 26.jan. 2016

Hesir fyrilestrar eru sum áður lýst, í samband við virksemi hjá Økispsykiatriini í Norðstreymi.

Allir fyrilestrarnir vera í felagsskúlanum á Oyrarbakka.

Skipa verður fyri 5 fyrilestrum, har fokus verður sett á sálarheilsu og sálarsjúk, hvørji eru eyðkennini, hvar kann ein venda sær og hvørja hjálp kann ein fáa.

Eins og við øllum øðrum sjúkum er umráðandi at fáa staðfest so tíðliga sum gjørligt, um talan er um sjúku, so viðkomandi kann fáa skjóta og rætta viðgerð.

Undanfarnu fyrilestrarnir í hesi røð hava verið; alment um sálarheilsu og sjúku og um tunglyndi. Nú verður so bjóða til triðja fyrilesturin í hesi røð.

Almennur fyrilestur um persónleika órógv verður á Felagsskúlanum á Oyrarbakka týskvøldið 26.januar kl. 19

Erling Fles, sálarfrøðingur á Psykiatriska deplinum, kemur at halda fyrilestur um evnið.

Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður í steðginum.


Øll eru hjartaliga vælkomin

Økispsykiatriin/Psykiatriski depilin.